CORRECT LYRICS

Lyrics : Í Noreg búðu raskir menn

Í Noreg búðu raskir menn
Teir kundu væl svørð at brúka
Giltan hjálm á hóvdi bóru
Vildu for ongum lúta
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting

Í Víkini vaks ein maður upp
Haraldur nevndur at navni
Víða gitin í Noregs landi
Bæði av verki og gavni
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting
Hann svór tann eið við Ása-Tór:
''Eg ei mítt hár hitt fríða
Skeri fyrr enn Noregs menn
Míni boð á lýða!''
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting
Treyðir trælkast fríir menn
Fyrr er at rýma úr landi
Og sigla yvir tann salta sjógv
Tó har býðst mikil vandi
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting

Vundu teir upp seglini
Stýrdu í havið vestur
Hildu leið at Føroyalandi
So mangir garpar reystir
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting

Bygdu borg á Føroyalandi
Sum søgur ganga frá
Fríir livdu norskir menn
Vívi og børnum hjá
Glymur dansur í høll
Dans, sláið í ring!
Glaðir ríða Noregsmenn
Til hildarting